Tá Gekkurin byrjaði í 1997, var tann tá 25 ára gamla Anja Skaale at síggja í sjónvarpsstovuni hvørt fríggjakvøld.
Anja Skaale, sum er av Toftum, var lúkudama í útvið tvey á, men síðani hevur lítið og einki verið at sæð til hennara í almenna rúminum.
Í dag býr Anja Skaale í Danmark og arbeiðir við eldrarøkt. Tíðina í Gekkinum minnist hon væl:
- Tað var ein stuttlig tíð, men alt uppmerksemið, sum fylgdi við, var eg ikki fyrireikað uppá, sigur Anja Skaale.