Børn skulu hava greið boð, tá ið tað snýr seg um mørk. Ikki ov nógv orð og langar setningar, men sig greitt, hvat tú, sum foreldur, vil hava.
Eru børn kedd ella óð, so ver har fyri tey og sig, at tú veit, at tað er keðiligt, men gev teg ikki. So fert tú út um tíni mørk, og so hevur tú ikki lært barnið nakað um at seta mørk.
Hetta kunnu vera støður sum, at barnið vil hava bomm, tá ið døgurðatíð er, at barnið vil hyggja longri at sjónvarpi, ella at barnið vil hava okkurt, meðan tit eru til handils, og tú sigur nei.