Í heyst var farið undir at kanna heilsustøðuna og gerandisdagin hjá teimum, ið eru eldri enn 75 ár.
Tað var Landsfelag Pensjonista, sum bað um kanningina.
Heitt var á Mariu Skaalum Petersen, senior granskara á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, at standa fyri kanningini í samstarvi við Gallup Føroyar.
Yvirskipað kemur kanningin fram til, at, tey ið eru eldrin enn 75 ár, eru væl fyri.
Tey eru virkin, og sálarheilsan er góð.