Hví er ikki rúm fyri at vera tann tú ert í einum mansligum ítróttarumhvørvi? Tað er spurningurin, ið verður umrøddur í leikinum, Off side, sum LGBT-bólkurin, Hils din mor, stílar fyri.
Í Føroyum eru homofobiskar viðmerkingar framvegis at hoyra í ítróttarumhvørvinum. Tað sigur Esther Margreth Petersen, ið er samskipari hjá LGBT+ Føroyar.
Eingi hagtøl eru tøk í Føroyum, men LGBT+ Føroyar hevur á sínum instagramvanga spurt, um fólk hava uppliva homofobiskar viðmerkingar í fótbóltsumhvørvinum.
Har svaraði helvtin, at tað høvdu tey.