Anna Kalsø og Eyðstein Simonsen eru júst heimafturkomin úr Svøríki, har tey hava luttikið í eini kapping hjá Kronan Crossfit.
Tey kappaðust í masters 75+, sum merkir, at luttakararnir tilsamans skulu vera eldri enn 75.
Tey gjørdust nummar trý til kappingina og eru sera væl nøgd. Hetta er fyrstu ferð, at tey kappast saman, men als ikki seinastu ferð, siga tey bæði.
Tey hava íðkað Crossfit leingi og ganga bæði høgt upp í heilsu og at røra seg, tí tað gevur teimum meira orku í gerandisdegnum.