Kári M. Fossdalsá hevur tvær ferðir verið í vandaøki, men báðar ferðir hevur 25 ára gamli toftamaðurin sungið seg víðari í kappingini. Nú er hann bara eina sending frá sjálvari finaluni.
Tað er Martin Jensen, ið er mentor hjá Kára.
- Vit hava eitt frálíkt samstarv, sigur føroyingurin, sum tó ásannar, at tað tykist sum, at Thomas Blachman ikki heilt skilir tað, sum teir fáast við.
Tað er líkamikið. Eg hugsi ikki um Blachman, tá sendingin er liðug, sigur Kári M. Fossdalsá.