Morgunsendingin hittir Charlottu á Váli, nevndarlim í Føroysku barnahjálpini, Ólavur á Váli, sum samskipar konsertina og Angerlinu Johannesen, ið býr í Klaksvík, men er úr ukrainska býnum, Kharkiv.
Hon greiðir frá, at tað var ógvuliga trupult at samskifta við familjuna fyrstu dagarnar eftir át kríggið byrjaði. Eina ferð gingu 20 tímar, har hon einki hoyrdi. Tað kendist sum fleiri vikur, sigur Angelina Johannesen.
Konsertin er í Løkshøll leygardagin, 9. aprí,l klokkan 16:00 og helvtin av innkomna peninginum fer til hjálp til neyðstødd børn í Ukraina.