Nógv vóru tey, sum sungu við tá Safir sungu 'høgrajam', 'mánin' og ikki minst 'tú ert so deilig', tá útgávan hjá teimum kom í 1996. Ætlanin var alla tíðina, at ein tvey'ari skuldi koma í hølunum á hesari fyrstu, men lívið kom í vegin, og tí tók tað 26 ár at koma á mál.
Safir Tvey er ein ep við 5 løgum, sum í næstum verður tøk talgilt, og í dag frumspæla vit fyrsta sangin, sum eitur Vár.
Og hesir ungu menn, sum ikki tímdu at vera vaksnir, eru teir so vaksnir nú? Hoyr samrøðuna við Tór Verland Johansen og Janus Trúgvason.