Trolling Master Bornholm 2022 eitur árliga, stóra fiskikappingin á Bornholm, sum byrjaði mikudagin í hesi viku og endar leygardagin.
Hetta er ein kapping, har vinnarin er tann, sum før størsta fiskin.
Tilsamans 319 bátar eru við í kappingini, og luttakararnir eru frá seks ymiskum londum - harímillum Føroyum.
Klaksvíkingurin, Árni Müller, er saman við fýra øðrum monnum farin til Bornholm við 20-tonsaranum, Jaws, at luttaka í kappingini.
Hóast árliga kappingin á Bornholm byrjaði í 2005, er hetta fyrstu ferð, at menninir umborð á Jaws eru við.