- Lombini eru stór, og tey mennast væl og fáa nokk av føði.
Soleiðis sigur Marit Nicolajsen úr Skopun.
Langafríggjadag lembdi ein ær hjá Marit og Frífinni Nicolajsen heili fýra lomb. Og tað vóru Marit og maðurin als ikki fyrireikað uppá:
- Tað kom sum eitt stórt surprise, tí vit vistu einki. Hetta er eisini sera sjáldsamt , tí tað er ikki ofta tað hendir, at ein ær lembir fýra lomb, sigur Marit Nicolajsen.
Hóast ærin hevur fýra lomb, hevur hon nóg mikið av mjólk.