Í Kollafirði hava heili átta børn upp á lutfallsliga stutta tíð fingið staðfest eina heilt sjáldsama sjúku. Hon eitur á enskum Idiopatic Ketotic Hypoglycemia - stytt til IKH.
Tey, sum hava hesa sjúkuna, hava millum annað eitt alt ov lágt blóðsukur, og stóri trupulleikin er, at mann ikki kennir orsøkina til lága blóðsukrið.
Umleið 30 føroyingar hava higartil fingið staðfest sjúkuna, sum er so mikið sjáldsom, at bara 1500 familjur kring knøttin eru rakt av sjúkuni.