Hóast tú vigar meir enn tey flestu, so kanst tú vera bæði virkin og eydnusom.
Millum annað hetta er boðskapurin hjá Elisu Vang, sum fegin vil broyta ímyndina av tjúkkum fólki.
Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum vísir á, at tað at viga ov nógv er ein alvorlig heilsuhóttan. Eisini ávirkar ovurfiti sálarheilsuna.
Tí er tað at lætna eitt gott mál at seta sær, um ein ynskir eina størri vælveru, heldur hann.
Eisini sleppa lurtarar fram at við sínum viðmerkingum.