- At talið av kvinnum, sum venda sær til kvinnuhúsið, hækkar, merkir, at 'Sig frá' hevur havt eina ávirkan, og tað er gott, sigur Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur, sum arbeiðir við kvinnunum, sum venda sær til Kvinnuhúsið.
Hagtølini hjá Kvinnuhúsinum vísa, at aldurin á teimum, sum venda sær til Kvinnuhúsið lækkar, og at kvinnur ringja inn fyri at spyrja, um tað tær uppliva, man vera harðskapur.
Anna Katrin Matras stendur á odda fyri 'Sig frá' og eisini hon merkir, at hesi ymisku átøkini gera mun.