- Um eitt barn er dottið og hevur sligið seg í, so kann eg ikki standa í fjarstøðu og siga, at tað nokk skal ganga, og at tað sjálvt skal seta plástur, sum eg havi lagt á eitt borð, á knæið.
Soleiðis sigur Eyðbjartur Sólheyg Skaalum, og Súsanna Eliasen er samd.
- Hvussu skulu børn í vøggustovu kunna skilja, at tey ikki kunnu vera tikin upp og klemmað, tá tey hava tørv á tí? Tað ber heilt einfalt ikki til, sigur hon.