Samrøðuspælið savnar fólk rundan um føroyskar myndir, ið kunnu vera neistin til eina stuttliga og mennandi samrøðu, har karmarnir fyri samskiftinum eru einfaldir og uttan tøkniligar avbjóðingar.
- Eg havi ment Samrøðuspælið við støði í egnum royndum. Eg meti, at spælið kann gerast eitt hent amboð hjá teimum, ið dagliga hava talu og samskifti sum eina avbjóðing, ið eisini rakar teirra sosiala lív, um tey onga hjálp og stuðul fáa, greiðir Ólavur Højgaard frá.
Ólavur Højgaard rekur fyritøkuna, Tala og Hoyrn, sum gevur spælið út.