Í vikuni hevur verið nógv fokus í Danmark á kjøtetandi bakteriur. Ein sera álvarslig infektión, sum, um hon ikki verður viðgjørd tíðliga í sjúkutilgongdini, kann føra til deyða.
- Hetta er ein vanlig bakteria, sum vit eisini hava í Føroyum, og annað til triðja hvørt ár viðgera vit sjúkling, sum er smittaður við kjøtetandi bakteriu, sigur Shahin Gaini, infektiónsmedisinari.
Talan er um eina sera sjálvsama men álvarsliga infektión.
- Sjúklingurin má í viðgerð alt fyri eitt, tí smittan spreiðir seg sera skjótt í kroppinum, sigur Shahin Gaini.