At taka dagar ímillum ítróttarbrøgd er trupult, men eitt av stóru einstaklinga-avrikunum í føroyskari ítróttarsøgu var framt síðsta vikuskifti.
Tá rann Hallur Holm, 233,4 kilometrar í 24 tíma ultrarenning í Taipei í Taivan.
Eftir ein drúgva ferð er Hallur Holm nú aftur heima í Føroyum. - Eg blívi við at síggja breytina fyri mær, sigur hann.
Gamla metið var 223 kilometrar, men hesa ferð legði Hallur góðar 10 kilometrar aftrat.
Hann er sera væl nøgdur við renningina, men heldur kortini, at hann gera tað enn betur.