Motorsúkklan er heitið á føroyskari barnabók, sum Richard H. Johansen hevur skrivað, og Hans Niclasen hevur teknað myndirnar til.
Teir báðir starvast sum flogteknikarar, og teimum dámar sera væl at at putla við maskinur.
- Tá tú abeiðir í flogvinnuni er ikki pláss fyri kreativiteti. Alt, sum tú gert, stendur í manualinum.
At putlast í garasjuni er ein máti at brúka kreativitetin, siga Hans og Richard.
Teir koyra báðir motorsúkklu, og Hans eigur fleiri. Eitt nú eina BSA M20 sum eisini er í bokini..