Dokumentarar

Happing


Listen Later

Happing er ein menniskjalig frumdrift, sum kemur av tí, at vit eru bólkadjór, og ein tann størsta ræðslan vit hava, er at vera koyrd úr bólkinum, nakað soleiðis sigur sálarfrøðingurin Tóra Petersen.
Í sendingini hitta vit tvey fólk, sum hava verið fyri ógvusligari happing í fólkaskúlanum. Tey greiða frá, hvussu hart tað var at vera happað, og hvussu tey hóast happingina komu fyri seg sum vaksin og lærdu at liva við teimum sárum, tey hava fingið í sálina, tí vekk fer tað aldri, sigur Rannvá Álaberg, ið er annað av happiofrunum.
Rúni Djurhus, sum í dag er framgangsríkur handilsmaður, valdi at vera við í sendingini, tí at hann á henda hátt kanska kann hjálpa onkrum, sum verður happaður. Happingin hevur ávirkað lívið sera nógv, og enn er tað mangan tað, sum drívur hann framá, tí hann skal vísa øllum, at dugur er í honum.
Í Føroyum er happing ein sera álvarsligur trupulleiki. Kanningar vísa, at triðjahvørt barn í fólkaskúlanum hevur verið úti fyri happing. Barnabati hevur eina telefonlinju, har børn kunnu ringja inn anonymt og tosa um trupulleikar sínar, tey sum arbeiða har meta, at helvtin av trupulleikunum stava frá happing.
Fyri at steðga happing hevur Barnabati saman við danska felagsskapinum Red barnet gjørt undirvísingartilfar til barnagarðar, sum kallast "Betri vinir". Tí tað vísir seg at fyri at steðga happing, má setast inn longu í barnagarðinum, tí tá ber til at skapa eina mentan, har happing ikki verður góðtikin, men verður steðgað, áðrenn hon byrjar.
Lagt til rættis: Eir í Ólavsstovu.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

DokumentararBy Kringvarp Føroya


More shows like Dokumentarar

View all
Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Summarmorgun by Kringvarp Føroya

Summarmorgun

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners