Sign up to save your podcastsEmail addressPasswordRegisterOrContinue with GoogleAlready have an account? Log in here.
Hyggjuráðið er ummælarasending í sjónvarpinum, har alskyns livandi myndir verða lagdar undir sjóneyku.Hyggjuráðið ummælir filmar, sendirøðir, dokumentarar, stuttfilmar og mangt annað gott – bæði før... more
FAQs about Hyggjuráðið:How many episodes does Hyggjuráðið have?The podcast currently has 33 episodes available.
January 31, 2020HyggjuráðiðVit ummæla dramafilmin “Just Mercy”, har Jamie Foxx, Michael B. Jordan og Brie Larson spæla høvuðsleiklutirnar. Síðani fara vit aftur at vitja Larry og tey í klassisku skemti-sendirøðini "Curb Your Enthusiasm". 10. sesongini í røðini er júst komin út.At enda ummæla vit bergtakandi og nærverandi dokumentarfilmin, “Krigsfotografen”, sum snýr seg um danska stjørnufotografin, Jan Grarup....more37minPlay
January 24, 2020HyggjuráðiðVit ummæla virðislønta, føroyska stuttfilmin "Ikki illa meint" eftir Andrias Høgenni. Síðani ummæla vit tveir filmar við sera kendum sjónleikarum. "Bad Boys For Life", sum er ein ferð aftur á gamlar, kendar gøtur frá 90unum. Og so ummæla vit ævisøgufilmin "Dolomite Is My Name" við Eddie Murphy í høvuðsleiklutinum....more37minPlay
January 17, 2020HyggjuráðiðVit fara tvær ferðir aftur til annan veraldarbardaga. Bæði í siðvanda, danska familju-drama filminum “De forbandede år”, og í svarta skemtifilminum JoJo Rabbit.Eisini hyggja vit eftir eini endurtulking av Dracula søguni í Netflix sendirøðini “Dracula”....more43minPlay
January 10, 2020HyggjuráðiðÍ ársins fyrstu sending verða vit slongd inn í eina sterka og stórfingna krígsfrásøgn í filminum “1917”. Eisini eru true-crime dokumentar sendirøðini “Don’t F**k With Cats” og ævisøgufilmurin “Two Popes” á skránni....more40minPlay
December 20, 2019Hyggjuráðið 05Í Hyggjuráðnum hesaferð ummæla vit filmarnar Frozen 2, Marriage Story og Star Wars: The Rise of Skywalker...more40minPlay
December 13, 2019Hyggjuráðið 04Í Hyggjuráðnum hesaferð fara vit enn einaferð víða um. Vit ummæla 4. sesong av animatións science/fiction sendirøðini Rick And Morty.Eisini hava vit hugt eftir sosialrealistiska drama filminum “Sorry We Missed You” eftir Ken Loach. Og vit enda við tí árliga romantiska jólafilminum “Last Christmas”....more39minPlay
December 13, 2019Ummæli: Sorry We Missed YouLeikstjórin Ken Loach, rithøvundurin Paul Laverty og framleiðarin Rebecca O ́Brian fevna um eitt serstakliga eydnuríkt samstarv í filmsheiminum.Í felag hava tey skapt eyðkendar og vælumtóktar filmar sum “My Name Is Joe”, “The Wind That Shakes The Barley” og “The Angels’ Share”.Nú eru tey so aftur aktuelt við sosial-realistiska drama filminum “Sorry We Missed You”....more13minPlay
December 13, 2019Ummæli: Rick and MortyÍ “Rick and Morty” hitta vit kyniska, men tó geniala vísindamannin Rick Sanchez og abbason hansara, góðhjartaða, men tó erkvisna Morty Smith, sum fara út á hættislig interdimensionel, kosmisk ævintýr.Annaðhvørt fyri at bjarga alheiminum ella bara fyri at fiksa battaríið í rúmdarfarinum. At lýsa sendirøðina í stuttum er sera torført, tí er tað besta at bara hyggja eftir henni....more14minPlay
December 13, 2019Ummæli: Last ChristmasVit umrøða árliga romantiska jólafilmin, “Last Christmas”, sum í ár hevur fingið sín íblástur til innihald frá hitlistanum hjá Georg Michael.Tað er amerikanski leikstjórin Paul Feig, sum leikstjórnar. Emma Thomsen hevur skrivað handritið, og Emilia Clark, drekadrotningin úr Game of Thrones, spælir høvuðsleiklutin saman við relativt ókenda Henry Golding....more11minPlay
December 06, 2019Hyggjuráðið 03Hey øll somul og vælkomin aftur til Hyggjuráðið!Aftur hesuferð er posin gott blandur við miðlagóðgæti. Vit fara hugna okkum við tí grovu samfelagsrevsandi satiruni í amerikansku animatións-sendirøðini "South Park", síðani fara vit at de-konstruera klassisku krimi-genré’una í spildur nýggja filminum “Knives Out" eftir Rian Johnson, og síðst men avgjørt ikki minst, fara vit ein túr aftur í tíðina við at hyggja at "Apocalypse Now" eftir Francis Ford Coppola, nú sum Final Cut.Vælkomin til Hyggjuráðið....more39minPlay
FAQs about Hyggjuráðið:How many episodes does Hyggjuráðið have?The podcast currently has 33 episodes available.