Rásin er ein landsstovnur undir Mentamálaráðnum, og endamálið er at geva næmingunum møguleika til at menna sosialar, persónligar og kensluligar eginleikar.
Hetta er eitt skúlatilboð og gjøgnum eina skipaða undirvísing skulu næmingarnir læra um lívið og um teir møguleikar, sum eru at velja ímillum. Í sendingini eru vit saman við teimum ungu, sum búgva har og fylgja teimum í gerandisdegi teirra.
Fotograferað og klipt: Bjarni Árting Rubeksen. Lagt til rættis: Bjarni Árting Rubeksen og Bergljót D. Hentze