Sign up to save your podcastsEmail addressPasswordRegisterOrContinue with GoogleAlready have an account? Log in here.
Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og ... more
FAQs about Jambalaja:How many episodes does Jambalaja have?The podcast currently has 290 episodes available.
April 06, 2024Jambalaja 060424Hixtape eitur ein spennandi nýggj verkætlan hjá sangaranum og framleiðaranum, Hardy. Her hevur hann savnað eina røð av kendum sangarum fyri saman at syngja kendu sangirnar hjá 90-ara stjørnuni, Joe Diffie, sum doyði viðkorona í 2020. Vit kaga eisini niður í søguligu hittlistarnar í dag, og hoyra eisini nakrar nýggjari útgávur eisini....more57minPlay
March 30, 2024Jambalaja - 300324Í sendingini henda páskaaftansdag hoyra vit andaligan tónleik - country,gospel og nýmótans lovsong. Vit spæla nøkur nøvn, sum kunnu upplivast í Føroyum á konsertum og festivalum seinni í ár, men hoyra eisini annað gott, til dømis ein nýggjan superbólk, ið kallar seg Brothers of the Heart....more1hPlay
March 23, 2024Jambalaja - 230324Í sendingini í dag fara vit at hoyra um teir tríggjar persónarnir, sum verða tiknir upp í Country Music Hall of Fame í ár. Eisini hoyra vit nýtt frá Wonder Woman of Country, Willie Nelson, Kacey Musgraves, Charley Crockett og Sawyer Brown....more56minPlay
March 16, 2024Jambalaja 160324Í Jambalaja í dag spæla vit tónleik við teimum báðum høvuðsnøvnunum, sum koma á countryfestivalin í Sørvági í summar, James Carothers og Nathan Carter. Og eftirsum pátriksmessa er hetta vikuskifti, verða fleiri góðir írskir sangir við Nathan Carter spældir....more1h 1minPlay
March 09, 2024Jambalaja 090324Tað er spæl føroyskt vika í kringvarpinum, og av tí at altjóða kvinnudagur júst hevur verið, verða einans kvinnuligir sangarar við í sendingini í dag. Eisini spæla vit ein spildurnýggjan sang, sum ikki hevur verið at hoyra í útvarpi fyrr....more1hPlay
March 02, 2024Jambalaja 020324Aftur í dag verður tónleikur, ið er útgivin í 1974 á skránni. Tað vísir seg, at tað er hópin av rættiliga góðum tónleiki givin út hetta árið fyri fimmti árum síðani. Nógv av teimum stóru nøvnunum eru við, t.d. Waylon, Johnny og George og Loretta, Tammy og Tanya, umframt Glen Campbell, Gordon Lightfoot og Tom Waits....more56minPlay
February 24, 2024Jambalaja 240224Nýggjari tónleikur er á skránni at byrja við í sendingini. Har vit eisini spæla góðan siðbundnan countrytónleiki av nýggjari slag. Vit hoyra eitt nú Beyoncé, Post Malone, Sierra Ferrell og Blacberry Smoke....more52minPlay
February 17, 2024Jambalaja 170224Í Jambalaja í dag er einans tónleikur frá 1974. Nógvur góður countrytónleikur og tað, ið líkist, kom út hetta árið fyri fimmti árum síðani. Vit hoyra eitt nú Charlie Rich, Lynyrd Skynyrd, Elvis, Bob Dylan, Willie og John Denver....more59minPlay
February 10, 2024Jambalaja 100224Í Jambalaja í dag minnast vit Toby Keith, sum doyði mánadagin. Vit minnast eisini aftur á ein merkisverdan sang, sum toppaði fyri fimmti árum síðani. Og so hyggja vit eftir Grammy-virðislønunum, sum vórðu handaðar farna vikuskiftið....more57minPlay
February 03, 2024Jambalaja 030224Umframt at hoyra nøkur spennandi nýggj løg, skulu vit eisini hoyra ein sera syrgiligan sang, sum kom út fyri fimmti árum síðani. Og so skulu vit eisini minnast tveir sermerktar sangarar, ið júst hava givið upp anden, Melanie Safka og Lillebjørn Nielsen....more58minPlay
FAQs about Jambalaja:How many episodes does Jambalaja have?The podcast currently has 290 episodes available.