Sign up to save your podcastsEmail addressPasswordRegisterOrContinue with GoogleAlready have an account? Log in here.
Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og ... more
FAQs about Jambalaja:How many episodes does Jambalaja have?The podcast currently has 290 episodes available.
January 27, 2024Jambalaja 270124Tað verður jazzur í Jambalaja í dag. Vit hoyra nøkur dømir um kendar jazzarar, ið spæla ella syngja country, og nakrar countrysangarar, sum syngja jazz. Alt góður og kendur tónleikur. Eitt nú við Louis Armstrong, Ray Charles, Les Paul, Jimmy Buffet, Norah Jones og Willie Nelson....more59minPlay
January 20, 2024Jambalaja 200124Í Jambalaja í dag dvølja vit eina løtu við eina týðandi LP, sum kom út fyri fimmti árum síðani, í januar 1974. "Grievous Angel" hjá Gram Parsons. Vit spæla eisini nakrar nýggjari, ordiliga góðar, sangir....more55minPlay
January 13, 2024Jambalaja 130124Í sendingini hesaferð spæla vit nakrar av teimum bestu sangunum í Jambalaja-stíli, sum komu út í Føroyum í 2023. Vit hoyra m.a. Kristinu Bærendsen, Magna Christiansen, Mariu Ronnisdóttir á Heygum og Spælimenninar úr Nólsoy....more1h 2minPlay
January 06, 2024Jambalaja 060124Í fyrstu Jambalaja-sendingini í ár fara vit at spæla nakrar av teimum bestu sangunum, sum komu út í árinum, ið júst er farið. Vit hoyra eitt nú Morgan Wallen, Zach Bryan, Chris Stapleton, Luke Combs, Tanya Tucker og Dolly Parton....more58minPlay
December 30, 2023Jambalaja 301223Seinasta Jambalaja-sending í ár verður við tónleiki frá konsetrini fyrr í ár í sambandi við 90 ára føðingardagin hjá Willie Nelson. Vit hoyra eitt nú Chris Stapleton, Sheryl Crow, Norah Jones, Miranda Lambert, Tom Jones, Lukas Nelson, Particle Kid og Keith Richards umframt Willie Nelson sjálvan....more59minPlay
December 23, 2023Jambalaja 231223Í seinastu sendingini undan jólum verður bara góður og kendur jólatónleikur á skránni. Vit koyra eitt nú Jim Reeves, Johnny Cash, Willie Nelson, Merle Haggard, Connie Smith og onnur. Eisini verður ein írskur, ein norskur og tveri føroyskir jólasangir við....more56minPlay
December 16, 2023Jambalaja 161223Við einum undantaki verða bara jólasangir á skránni í Jambalaja í dag. Talan er um nýggjar jólasangir og onkrar kendar í nýggjum útgávum. Undantakið er ein guittarleikari, ið júst hevur fylt 80, og sum gjørdi eina framúr útgávu av einum gomlum Jimmie Rodgers sangi í 1997....more57minPlay
December 09, 2023Jambalaja - Shane MacGowan RIP og nakrir jólaangirÍ farnu viku andaðist írski sangskrivarin Shane MacGowan. Tí verður keltiskur tónleikur við í sendingini í dag. Vit hoyra um Shane MacGowan og orkestrið The Pogues. Vit hoyra onkrar keltiskar jólasangir og eisini nýggjar jólasangir frá Nashville-leiðini....more57minPlay
December 02, 2023Jambalaja - VetrarløgVetrarsangir eru á skránni í Jambalaja í dag. Ikki jólasangir, men nakrir, ið nema við komandi høgtíðina. Mest um kulda og væntanir fram móti jólum. Vit hoyra eitt nú Colter Wall, Hank Williams Jr., Jim Reeves og Merle Haggard....more1hPlay
November 25, 2023Jambalaja - Tónar úr Texas og rokkur frá DollyJambalaja spælir í dag sangir við sangarum, ið vunnu heiður, tá Texas Country Music Association herfyri lat sínar árligu virðislønir. Vit hoyra um ein sang, ið legði seg á fyrsta pláss á hittlistunum fyri fimmti árum síðani og so hoyra vit burtur úr nýggju og drúgvu rokkútgávuni hjá Dolly Parton. Rockstar....more58minPlay
FAQs about Jambalaja:How many episodes does Jambalaja have?The podcast currently has 290 episodes available.