Sign up to save your podcastsEmail addressPasswordRegisterOrContinue with GoogleAlready have an account? Log in here.
Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og ... more
FAQs about Jambalaja:How many episodes does Jambalaja have?The podcast currently has 290 episodes available.
September 09, 2023Jambalaja - Jim Reeves 100Jambalaja er á skránni hjá kringvarpinum aftur, fimta veturin á rað. Vit hoyra tveir aktuellar sangir, markera nakrar hendingar, sum eru farnar framvið í summar, og so hátíðarhalda vit, at tað herfyri vóru liðin hundrað ár síðan maðurin við mjúku røddini, Jim Reeves, varð borin í heim....more58minPlay
June 03, 2023Jambalaja - Endabresturin á hesum sinniJambalaja í dag er seinasta sendingin hesu megin summarfrítíðina. So at siga bara eldri tónleikur er á skránni. Vit tríva í nakrar eldri útgávur, fortelja eina søgu um hví Willie Nelson einaferð varð eyknevndur Shotgun Willie, og hvussu tað bar til, at Johnny Rodriguez gjørdist til nakað innan countrytónleikin. Eisini spæla vit nakrar sangir við Jim Reeves, eftir sum hundrað ára føðingardagur hansara er meðan Jambalaja heldur summarfrí. At enda avdúka vit nakrar countrysangir, sum Tina Turner sang tíðliga í síni karrieru....more58minPlay
May 27, 2023Jambalaja - Jessi Colter, Marty Stuart og annað gottVit fara at hoyra nakrar góðar sangir, sum vóru aktuellir fyri júst fimmti árum síðani. Vit hoyra eisini um Jessi Colter, ið júst er farin um tey áttati og um Marty Stuart og nýggjastu útgávu hansara. Aðrir góðir nýggir sangir eru eisini á skránni í dag....more59minPlay
May 20, 2023Jambalaja - ACM AwardsÍ Jambalaja í dag leita vit okkum aftur í søguligu hittlistarnar, men brúka tó tað mesta av sendingini til at spæla sangir við teimum, ið vórðu heiðrað, tá Academy of Country Music lat sínar ACM-virðislønir í farnu viku....more57minPlay
May 13, 2023Jambalaja - Gott og nýliga útgiviðVit fara at leggja oyruni til nýútgivnan countrytónleik í Jambalaja í dag. Spæla sangir frá komandi útgávum, sum lova gott, eitt nú við Turnpike Troubadours, Colter Wall og Tanya Tucker. Eisini vera spennandi sangir sangir at hoyra við meira ókendum sangarum....more1h 1minPlay
May 06, 2023Jambalaja - Gordon Lightfoot R.I.P.Í Jambalaja í dag fara vit at minnast frálíka kanadiska sangaran og sangskrivaran, Gordon Lightfoot, sum doyði 1. mai, 84 ára gamal. Men vit fara eisini at hoyra ein mann, ið vitjaði í Føroyum í 2016, og sum fór um tey 75 týsdagin. Og so úr eini plátu, sum kom út fyri fimmti árum síðani....more58minPlay
April 29, 2023Jambalaja - Willie 90 II - Sing one with WillieTað verður meira við Willie Nelson í Jambalaja í dag - á sjálvum níti ára føðingardegnum hjá hesum mæta sangara og sangskrivara. Vit hoyra fyrst nakrar klassikarar sungnir av øðrum, og síðan nakrar markantar duettir, sum Willie hevur verið við til at syngja inn....more1hPlay
April 22, 2023Jambalaja - Willie 90 I, Last Man StandingÍ sambandi við, at mæti sangarin og sangskrivarin, Willie Nelson, fyllir níti komandi leygardag, er bara hann á skránni í dag. Vit hoyra sangir, hann hevur givið út hesi seinastu knapt tíggju árini. Aldur tykist ikki at merkjast á honum, hóast hann er farin um tey áttati í flestøllum upptøkunum, sum verða spældar í dag. Sangirnir snúgva seg í mestan mun um at gerast gamal....more59minPlay
April 15, 2023Jambalaja 15. apríl 2023Í dag hoyra vit fyrst søguna um sangin, sum Merle Haggard prakkaði upp á Charley Pride, og sum Charley ongantíð dámdi, hóast hann endaði á fyrsta plássi. So hoyra vit um Roy Clark, sum hevði fylt níti um hetta mundið. At enda hoyra vit um tey trý, sum í ár verða tikin upp í Country Music Hall of Fame....more58minPlay
April 08, 2023Jambalaja - páskajambalajaAndaligur tónleikur er á skránni í ársins páskajambalaja. Umframt at spæla góðar sangir, ið eru komnir út hetta seinasta árið, verður eisini leitað aftur til tvær fimmti ára gamlar útgávur - og so spæla vit burtur úr einum serligum savni við sangum við Hank Williams....more54minPlay
FAQs about Jambalaja:How many episodes does Jambalaja have?The podcast currently has 290 episodes available.