Í sendingini hesa ferð hoyra vit Keith Jarrett Trio spæla standardar av plátuni "Bye Bye Blackbird," sum varð innspæld í Power Station studio í New York í 1991.
Plátan varð gjørd til minnis um Miles Davis, ið doyði tað árið og hon varð síðani útgivin á ECM Records í 1993.
Lagt til rættis: Arnold Ludvig.