Í hesu sendingini hoyra vit plátuna John Coltrane And Johnny Hartman sum kom út á Pulse Records um ólavsøkuna í 1963 og bleiv ein "instant classic."
Um hetta mundið var Coltrane farin at útgeva plátur við egnum tónleiki undir egnum navni saman við sínum bólki, har millum hina slóbrótandi "Impressions," eisini frá 1963.
Johnny Hartman aftraði seg við at játta fyrispurninginum frá Coltrane um at innspæla hesa plátuna og segði seg ikki kalla seg sjálvan fyri jazz sangara.