Í sendingini hesa ferð hoyra vit vokaljazz við ymsum kendum sangarum, ið syngja meira og minni kendar standardar av uppsamlingsplátuni "The Mercury Songbook" frá miðskeiðis í sekstiárunum.
Millum kendastu sangararnar kunnu nevnast Chet Baker, Sarah Vaughan, Dinah Washington.
"The Mercury Songbook" varð útgivin av Verve Records í 1995 á fløgu sum eitt Box-Set við fýra fløgum, har vit hoyra sangin av øðrum diskinum nevndur "Lullaby of Birdland.
Lagt til rættis: Arnold Ludvig.