Sendingi Jazzofonin, sum nú er ein tíma, er nú aftur á vetrarskránni hjá Kringvarpinum.
Í fyrstu sendingini í vetur hoyra vit løg eftir Keith Jarrett av "Belonging"-plátuni frá 1974 og "Standards, Vol. 2" frá 1985.
Harumframt hoyra vit Jacky Terrasson og Cassandra Wilson við standardum av plátuni "Rendezvous" frá 1997.
Lagt til rættis: Arnold Ludvig.