Í sendingini hesa ferð hoyra vit vocaljazz sangir av uppsamlingsplátuni The Mercury Songbook - Disc One.
Vit hoyra songkvinnurnar Hellen Merrill, Dinah Washington, Thelma Grayson og Shirley Horn syngja sangir, sum Cole Porter hevur skrivað.
Orkestrini eru eisini ymisk, sum spæla undir. Millum annað hoyra vit navnframa Quincy Jones stjórna Clifford Brown Sextet og onnur orkestur.
Lagt til rættis: Arnold Ludvig.