Í sendingni hesa ferð hoyra vit fløguna "Personal Mountains" við Keith Jarrett og hansara europeisku kvartett, sum kom út á ECM Records í 1989.
"Personal Mountains" er ein livefløga frá einari konsertferð, sum bólkurin hevði í Japan í 1979. Løgini á hesari fløguni eru upptikin á konsert í Tokyo.