Maria Summers Nolsøe er uppvaksin í fríkirkju í Havn. Hon hevur lisið guðfrøði á universitetinum í Keypmannahavn. Tá skrivaði hon bachelor um " støðuna hjá kvinnum í grikst/rómverska ríkinum í fyrstu og aðru øld".
Hon arbeiddi víðari við hesum í sínum speciali um "lógarbroytingina í 1947, tá kvinnur kundu søkja prestaembætið". Tá var kirkjan í Føroyum donsk, so tað sum kom í gildi í Danmark kom eisini at galda her.
Fyrsti kvinnuligu presturin, Elsa Funding, varð prestvígd í 1977. Men enn hoyrast røddir, sum ikki halda, at kvinnan skal vera prestur.