Jørgen Niclasen í Sørvági og Johan Fagraklett, sum hevur Gásadalsgarð, hava eftir avtalu við hagastýrið flutt tveir kvígukálvar út í Tindhólm.
-Fyri meg er tað ein gamal dreymur at hava kálvar í Tindhólmi. Pápi royndi tað í sekstiárunum, men tað eydnaðist ikki so væl, tí kálvurin endaði á sjónum og rak deyður inn á Sørvág. Vónandi gongur tað betur hesaferð, sigur Jørgen Niclasen, sum er ein av eigarunum í Tindhólmi.