Ebba Hentze var øðrvísi enn føroyskar kvinnur flestar.
Eftir kríggið fór hon at lesa bókmentir og málfrøði á donskum universiteti. Hon las í fleiri londum í Evropa, eisini á kenda lærdómsstovninum Sorbonne í París.
Hon gjørdi mentanarsendingar í danska útvarpinum og arbeiddi sum týðari og ráðgevi hjá danska forlagnum Gyldendal. Har týddi hon meira enn hálvthundrað bøkur úr fremmandum málum til danskt. Fyrst í 70-unum flutti hon aftur til Føroyar at búgva.