Føroyski rithøvundurin Jørgen-Frantz Jacobsen fekk syrgiliga lagnu. Longu á ungum árum fekk hann herviligu tuberklasjúkuna at dragast við. Hon legði honum sum vera man meinbogar í vegin og tarnaði framtíðarætlanum hansara. Jørgen-Frantz var ógvuliga gávuríkur maður, og var uppi í mongum vási. Ikki fyrr enn hann gjørdist so ússaligur, at hann legðist á song, fór hann undir skaldsøguna Barbara. Nú byrjaði ein kapprenning við deyðan at fáa bókina lidna. Hann var næstan komin á mál við skaldsøguni, tá ið maðurin við líggjanum var eftir honum.