Fáum unnist at gerast so avhildin og fólkslig, at tey verða nevnd bara við fornavni. Nólsoyingurin Ove Joensen er eitt undantak.
Ove var maðurin, sum í 1986 útinti stóra bragdið at rógva einsamallur úr Føroyum til Danmarkar í lítlum árabáti. Fólk vóru ovfarin og hugtikin. Mannfjøldin, sum fagnaði Ova, tá hann kom at landi á Longulinju, var tann størsta, sum nakrantíð var savnað í Keypmannahavn at heiðra einstøkum persóni.