- Eg havi tað ordiliga gott. Eg eri nokk so bilsin um, at eg ikki eri troyttari, men eg vænti, at møðin fer at koma næstu dagarnar.
Soleiðis sigur 55 ára gamli Kjartan Egholm, sum í vikuni hevur súkklað longu leiðina úr Italia til Norðurnorra. 3800 kilometrar tilsamans, í miðal einari 250 kilometrar um dagin, onkuntíð í sólskini og ógvusligum hita, onkuntíð í regni og kulda, og viðhvørt gjørdi pínan vart við seg. Men eftir stendur ein ferð, sum hann ongantíð fer at gloyma.