"Nú vit endiliga hava fingið okkara barn, so er onki sum eg helt tað fór at verða."
Soleiðis sigur ein keddur, einsamallur og illur pápi um sítt parlag, aftaná tey hava fingið eitt barn. Fleiri ára royndir og kanningar góvu teimum endiliga teirra dreymabarn, men ta stríðið førdi eitt nýtt stríð við sær.
Heidi Zachariassen, ljósmóðir, og Turið Horn, parráðgevi og psykoterapeutur, svara hesum manni. Eisini svara Heidi og Turið eini kvinnu, sum hevur mist kynsliga hugin, eftir at hon varð við barn.
Tó er støðan akkurát øvugt við einari aðrari kvinnu, sum er kedd um, at hennara maður ikki longur hevur hug á henni.
Lurtarin hevur aftur sent nógv brøv og sms boð inn til okkara við ráðum til hesi brøv.
Brøvini og viðmerkingar eru at síggja á okkara facebook síðu, sum er at finna her