Ársins fyrsta leygardagssending í vetrarskránni.
Eplafestivalur var á Sandi um vikuskiftið og sending er merkt av tí. Millum annað er Eyðfinn Jensen farin suður og hann tosar millum annað við Katrina Petersen, fyrireikara.
Eisini hoyra vit Leif Sørensen, kokk, greiða frá, hví hann brúkar føroyskt grønmeti í sínari matstovu, og eisini hugleiðir hann um møguleikarnar fyri at økja framleiðsluna av føroyskum grønmeti.
Vit eru eisini og vitja Mariu Dahl, sum ger tríggjar eplarættir.