Loyniligi gesturin hesaferð er Evi Tausen, sum eisini borðreiðir við einum spildurnýggjum lag, har hon syngur saman við Stig Rossen.
Temaið snýr seg um hvussu føroyingar finna sær frið í sinni, í einum rokaligum gerandisdegi. Vit tosa við Hjørdis Háberg Petersen, pastor í City Church, um, hvat hon ger. Vit hitta Biritu Nolsøe, sum nýtir mindfulness og meditatión, og Kartni Ravnsfjall leiðir okkum upp á fjallatind.
Sjálvt um ein løta enn er til føstulávint, so snýta vit og gera føstulávintsbollar saman við Oddvør Skarhamar.