Hesir spurningar eru millum teirra, ið verða viðgjørdur í sendingini hesaferð í temanum 'Børn, ung og pengar'.
Vit tosa við 19 ára gamla Róa Dam Dalsgarð, ið setti pengar í Bitcoin, meðan hesar enn vóru bíligar, Jóhonnu Ó. Joensen og Hildur S. Eliasen, sum báðar eru 16 ára gamlar, og arbeiða heilt fitt.
Liljan Djurhuus, leiðari í ungdómsdeildini í Betri banka, greiðir frá um gjaldskort og góðar vanar, og eisini fingu vit eitt prát við umboð frá Posta og Taks um tað, sum tey ungu keypa á netinum.