Nú frystibokirnar kring alt landið eru á tremur við náta, hava vit biðið "Ørvaroddar grilla" koma á gátt at matgera, so teir fara at bjóða náta á ein heldur øðrvísi hátt, enn tey flestu okkara eru von við, hann verður nevniliga grillaður.
Og hvussu hevur havhestastovnurin tað í Føroyum? Tað spyrja vit lívfrøðing um.
Ein kapping er á skránni, og eisini frætta vit um ymisk tiltøk, sum eru kring um landið í dag, og um tú ikki ert komin á mál við at mála húsini, garðin ella takið, nú heystið er komi, spyrja vit fakfólk, um tað enn er ráðiligt at mála uttandura.