Kapping er um at gita føroyskar jólasangir, áðrenn tosað verður um brunatrygd, nú vit hava livandi ljós allastaðni.
Eisini fáa leiðarar góð ráð, áðrenn teir skulu til jólafrokost, og vit hava vitjan av Tóru við Keldu, forkvinnu í MBF og danska gesti hennara Jakob Nossel, journalist, stand-up komikara og ráðgeva, sum skal halda fyrilestur í Løkshøll á altjóða brekdegnum sunnudagin.
At enda fóru vit framvið tá fimleikaliðið Loppurnar vandu, og fingu eitt prát við venjaran Nenu Jákupsdóttir og íðkaran Súsonnu Johannesen.