Tað kann kennast eitt stórt stig at taka, skalt tú liva grønari, men øll kunnu gera okkurt. Soleiðis siga gestirnir í sendingini í dag.
Borghild á Fløghamri frá áhugafelagnum Vistgrøði, sum selur vistfrøðiligan mat, og Sissal Kristiansen sigur okkum, hvussu vit kunnu vera meira tilvitað, tá vit keypa klæðir.
Eisini vitja vit Elina Lindenskov á Dugna, har hon gevur góð ráð um endurnýtslu, og at enda fingu vit vitjan av Elsu Berg, sum hevur sett sær fyri at framleiða minni rusk í gerandisdegnum