Nógvir føroyingar hava okkurt tilknýti til Landssjúkrahúsið. Vit fara hagar við smáum snuddum, og tá løstirnir eru stórir. Í dokumentarrøðini fylgja vit nøkrum starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum í teirra arbeiðsdegi.
Í fyrstu sendingini eru vit millum annað á krabbameinsdeildini B6, hjartadeildini B8 og barnadeildini B5. Lagt til rættis: Ivan Hentze Niclasen og Bjarni Árting Rubeksen.