Gev gætur: Sendingin er óhóskandi fyri børn
Nógvir føroyingar hava okkurt tilknýti til Landssjúkrahúsið. Vit fara hagar við smáum snuddum og tá løstirnir eru stórir. Í dokumentarrøðini fylgja vit nøkrum starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum í teirra arbeiðsdegi.
Í triðju sending eru vit millum annað á hjartadeildini B8, á skaðastovuni og á skurðdeildini. Lagt til rættis: Ivan Hentze Niclasen og Bjarni Árting Rubeksen.