Í hesum fyrsta partinum í føroyskari dokumentarrøð um rútmiska tónleikin fáa vit søguna um tey, sum løgdu lunnar undir tann nýggja popptónleikin í Føroyum
Nýggir tónar ljóma - føroysk sendirøð frá 2010. Simme og Ljómlið & Tey av Kamarinum 1956-1962.
Stóra skiftið í føroyskum tónleiki frá harmonikuljómi úr dansistovum kring landið og væl umtókta blásaraljómliðnum Gogguni í Havn er miðskeiðis í 50-árunum.
Ungfólk í Havn leitaðu tá saman í serstakt felag at vekja ansin fyri tónleiki. Í gula húsinum ovast uppi í Niels Finsensgøtu húsaðist Tónleikafelagið.