Sætta sendingin í nýggju røðini fevnir um árini 1980-1983. Føroyskur tónleikur mennist í stórum í 80-árunum. Alt fleiri bólkar og einstaklingar stíga nú fram við egnum tilfari. Útgávurnar fleirfaldast.
Hetta er eisini tíðin, tá tónleikur fæst á kassettubandi, singleplátu, LP-plátu og fløguni, sum kemur síðst í 80-unum. Føroyski tónleikurin, sum kemur út hesi árini er ógvuliga ymiskur.