Uppgongutíðir eru í Føroyum hesi árini, og tað merkist allastaðni. Gongd er nú eisini komin á plátu- og bandútgávurnar. Árini 1984/85 koma um hálvthundrað plátur og bond út í Føroyum. Útgávan "Vónir" frá 1983, sum ungi runavíkingurin Óli Poulsen er upphavsmaður til, verður mett sum eitt slóðbrótandi verk.
Fleiri nýggj nøvn koma á fyrsta sinni undan kavi, eitt nú Ingun Simonsen, Devon, Science Fiction, Fróði og Deiggj, Teinar, Zenith og Símun úr Konoy. Tey gera sítt egna, og sungið verður mestsum bara á føroyskum.