"Tað gongur ófatiliga væl!" Búskapurin er heitur, pulsurin er títtur og fepurin høgur. Soleiðis er í Føroyum síðst í 80-unum og fyrst í 90-unum. Øll ríða á einum aldukambi, men undir lokinum prutlar, eisini úti í heimi. Eitt politiskt siðaskifti er í umbúna í Evropa, og í Føroyum síggjast tekin til samfelagsligt hóttafall.