Við nýggju tøknini varð spátt, at pappírsbókin fór at doyggja út, men bókin hevur yvirlivað, og hon hevur tað framúr væl.
Býarbókasavnið hevur flutt seg við tíðini. Í dag er bókasavnið ein mentanardepil í hjartanum í Havn, har øll kunna koma, leita sær vitan, lesa bløð, arbeiða á telduni og lána bøkur. Men ungdómurin hevur verið forsømdur, viðgongur Vónbjørt Vang, býarbókavørður. Tí verður arbeitt við at fáa eina nýggja deild, har ung burturav kunna koma, - vera saman, lesa, spæla og eisini vera á telduni.
Hoyr samrøðuna, sum Eyð Matras hevði við Vónbjørt Vang her.